Eg eri jólamaðurin

Orð: Marius Johannesen
Lag: Hans Jacob Højgaard
Viðmerking: Yrktur í 1956.

1. Eg eri jólamaðurin
við stórum gráum skeggi,
í koti og svørtum knæbuksum
eg búgvi í hulduheyggi.

Niðurlag: Jólini nærkast í hvørjum,
allarbest mær hugnar í Føroyum,
nú er stund at gleða seg,
jólini nærkast í hvørjum.

2. Tá komið er út í adventu
og jólini nærkast í hvørjum,
hugsi eg bara um jólagávur
til dreingir og gentur í Føroyum.

3. Eg veit, tey sita og gleða seg
bæði á bygd og í býnum!
Nógvar verða gávurnar,
hvørt má halda á sínum.

4. Tí má eg vera í góðari tíð
at savna saman tað,
sum vakurt er at líta á
og barnahjørtu ger glað:

5. Her eru dukkur og dukkustovur,
hestar, bilar og bátar,
ein so vakur flúgvari
og nógvir tinsoldátar.

6. Her eru dunnur og gæs og høsn,
seyðir, lomb og kýr,
her er vakur snurritoppur,
syngur, meðan hann snýr.

7. Her eru dýr í hópatali,
fuglar og smáir fiskar,
ein so fittur hundahvølpur
og ein lítil kiska.

8. Her eru føgur silkibond,
gul og reyð og blá,
brosjur, nálir og fingurringar,
armbandsur so smá.

9. Her eru vakrar látipípur,
duga væl at láta;
vakrast tó av øllum er
dukkan, sum kann gráta.

10. Her er alt, sum børnum dámar,
tað er ikki um at tosa.
Lat nú bara jólini koma,
nú havi eg fullan posa.

FavoriteLoadingGoym tekstin