Eg eygunum lyfti mót fjøllunum

Orð: Levi Joensen
Lag 1: Ira David Sankey
Lag 2: William James Kirkpatrick

1. Eg eygunum lyfti mót fjøllunum –
mín hjálpari, hvar er hann?
Hvør kann meg varða frá føllunum,
so standa í stríði eg kann?
Frá Harranum hjálp mín kemur øll,
sum forðum skapaði dalar og fjøll.

2. Um fótur mín nærum gliðin er,
so ekur hann ikki – nei!
Tí Harrin mín hirði góður er,
ei svevur hann – blundar ei.
Hann hyggur til mín úr Himli hátt,
um hádagur er ella niða og nátt.

3. Ei sól ella máni mær skaða ger,
tað illa meg nemur ei,
tí Jesus, mín hirði, skuggin er,
meg leiðir ta beinu leið.
Tá ferð mín er lokin um deyðskuggadal,
í ævirnar sál mína varða hann skal!

FavoriteLoadingGoym tekstin