Eg fái mær eitt krit

Eg fái mær eitt krit,
eitt land eg tekni mær.
Og vilt tú verða kongur mín,
eg verði drotning har.

Eg tekni eina borg,
tú búgva kanst hjá mær,
men vilt tú eiga eina sjálvur,
má eg tekna tvær.

Har sita vit so góð
og tekn’ ein kongabý.
Og ert tú tystur, tekni eg
ei glas við Sisu í.

Vit tekna okkum børn,
nei bíða. – Tað vei’denn!
Eg dugi ikki tekna prinsar
og prinsessur enn.

FavoriteLoadingGoym tekstin