Eg fái onga ró

Orð og lag: Regin Patursson

Eg fái onga ró,
fer nú á kók mítt hjartablóð,
fegin – og tó.
Eg dvølji við ta glóð,
hann legði eftir,
tá hann fór,
har eg stóð
tá so góð,
nú so móð,
leidd og óð.

Tín longsul dró
teg út í heim
langt burt frá mær
av eini søk.
Er eingin lóg
við grein um hvussu
leingi eg skal
ganga støk?
Eg verði svøk,
tað ger mær mein,
kom heldur heim,
kom heldur heim!

Í Singapore!
Um bert vit kundu verið
saman nú
umborð.
Men einki orð!
Frá Melbourne heldur
einki svar, hvat
nú, hvat nú,
nær skrivar tú?
Nú noyðist eg
at gloyma teg,
at gloyma teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin