Eg fann ein vin, áh, hvønn ein vin

Orð: James G. Small
Lag: George Coles Stebbins, Arthur Seymour Sullivan
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg fann ein vin, áh, hvønn ein vin!
Eg ikki fyrr hann kendi;
við kærleiksbondum dró hann meg
og so til sín mær vendi.
Og nú hjá honum heldur mær
hans hond, sum øllum ræður,
eg eri hans, og hann er mín
í ævir og í ævir.

2. Eg fann ein vin, áh, hvønn ein vin!
Hann doyði og eg livi;
at frelsa meg úr deyða hann
seg sjálvan hevur givið.
Tí vil eg einki kalla mítt,
nei, hans tað alt skal vera,
mín mátt, mítt verk, mítt lív, mítt alt
eg vil sum offur bera.

3. Eg fann ein vin, áh, hvønn ein vin!
Hans er alt vald, øll megi;
hann frelsti, og hann leiða vil
á øllum lívsins vegi.
Meg veittrar dýrdin æviga.
Og tí um eitt bert ræður:
At vakja, virka, vinna nú –
og hvíla so í ævir.

4. Eg fann ein vin, áh, hvønn ein vin,
so góðan, eyman, sannan,
eitt forsvar sterkt, ein leiðara,
ein vin sum ongan annan!
Hvat vald kann ríva meg út úr
tí hond, sum øllum ræður!
Skal deyði, lív, skal Helviti!
Nei, hann er mín í ævir!

FavoriteLoadingGoym tekstin