Eg fati ei, at Jesus kundi elska

Orð: Alfred H. Ackley
Lag: Bentley DeForest Ackley
Týtt: Sólrun Lómstein
Upprunaheiti: I am amazed that God could ever love me

1. Eg fati ei, at Jesus kundi elska
meg, ørmu sál, fortapt í synd og neyð.
Hvat dró hann niður higar, meg at frelsa,
at líða spott og háð og krossins deyð?

Niðurlag: Eg fati ei, at Jesus sjálvur gav seg,
tók burt ta syndaskuld, meg tyngdi her.
Við trúgv á hann eg eri vorðin frelstur,
hann undurfullur mínum hjarta er.

2. Eg fati ei, at Jesus vildi signa
og gera meg til arvinga hjá sær.
Áh, undur stórt – eg verði honum líkur,
tá eg har uppi standi honum nær.

FavoriteLoadingGoym tekstin