Eg fekk bilett til Himmalin

Orð og lag: Walter Erixon
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg fekk bilett til Himmalin,
og stevni fram hóast leiðin ei er løtt;
ja, stundum tagnar sangur mín,
og fjart mær tykir Guðs lyftisríka land.

Niðurlag: Men tó hinumegin ánna ein dýrdardag
skjótt um síðsta marknaliðið mín sál fer glað,
síðsta strekkið er hitt besta á vegnum heim
til málið sæla, Jerusalem.

2. Eg fekk bilett bert annan veg
úr eini verð sum av sorgum plágað er;
eg havi sagt farvæl til synd,
um enn eg ferðist í skuggalandi her.

3. Eg fekk bilett til ævigt vár
og til ein dag, tá ið sólin setur ei;
mítt pass er klárt og stemplað við
Hans reyða blóði sum fyri meg her leið.

4. Eg fekk bilett til Lívsins Land,
har øll sum frelst eru savnast loyst og sæl;
har gloymt er heimsins strev og stríð,
til brek og fall tá eg havi sagt farvæl!

FavoriteLoadingGoym tekstin