Eg fekk frá Jesusi boðskap at bera

Orð: Rebecca Rhoda Foster Couch
Lag: Ira David Sankey
Týtt úr donskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: I have a message, a message from Jesus (Jeg har et budskab, en hilsen fra Jesus)

1. Eg fekk frá Jesusi boðskap at bera;
steðga og hoyr hesi boðini nú!
Syndarar frelsir hann, skunda tær, vinur!
Jesus, hann kallar teg, hví bíðar tú?

Niðurlag: Ja, teg nú hann kallar,
ja, teg nú hann kallar,
ja, Jesus teg kallar,
hann kallar teg nú!

2. Eg fekk frá Jesusi boðskap at bera,
gleðilig boð fyri sorgarfull bróst;
heimurin eigur ei líknandi tilboð,
aldri tað svíkur, áh, signaða troyst!

3. Eg fekk frá Jesusi boðskap at bera;
náði nú býðst tær, tú syndsærda sál,
Frelsarans náði skal bond tíni slíta,
loysa hann vil hvønn ein syndbundnan træl.

4. Eg fekk frá Jesusi boðskap at bera;
sel ikki sálina, spotta ei meir!
Jesus, hann biður teg: Far ikki longur!
Alt fyrigevur hann, syndari hoyr!

5. Eg fekk frá Jesusi boðskap at bera;
sorgtyngdi syndari, friðarboð hoyr!
Lít nú á Harran, hin elskaða Jesus,
skunda tær, ger tað nú, áðrenn tú doyr!

FavoriteLoadingGoym tekstin