Eg ferðist heim til Himmalin

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg ferðist heim til Himmalin
á veg til Guð, mín besta vin,
til Himmaltokið ferðaseðil fekk.
Og blítt eg hoyri Jesus siga:
Kæra barn Mítt, innarliga,
um eitt bil so ert tú frammi – væl tað gekk.

Niðurlag: Ert tú á veg til Himmalin
til Jesus, Frelsaran, tín vin?
– Til Himmalin tær ferðarseðil fá!

2. Tú kanska spyr: Hvat kostar tað?
Jú, lat meg straks tær siga tað:
Við Himmaltokinum tú ferðast frítt!
Billettin kostar ei eitt oyra,
er tað ikki gott at hoyra:
Hon á Golgata varð goldin, barnið Mítt!

3. Ert tú til reiðar nú til ferðar?
Orðið skriftligt garanterar
eina trygga ferð heilt fram til Himmalin.
Til fráferð kallið er at hoyra,
á, kom við, tí skjótt vit koyra,
ei vit steðga til vit náa Himmalin.

FavoriteLoadingGoym tekstin