Eg frá Harranum gekk burtur

Orð: Lina Sandell
Lag 1: Thoro Harris
Lag 2: William Augustine Ogden
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Jag var borta ifrån Herren

1. Eg frá Harranum gekk burtur
á tí breiða syndaveg,
spurdi ikki eftir honum,
sum leið deyðan fyri meg.

Niðurlag: Áh, eg undrist á, at Jesus
niður til mín boygdi seg!
Mína synd hann fyrigav mær,
meg í blóði reinsaði.

2. Blindur gekk eg, skilti einki,
tonkti ei um dóm og deyð,
søkti ikki eftir frelsu,
tó mín synd sum blóð var reyð.

3. Tá til síðst eg, troyttur, sjúkur,
kom til hann, hans kærleiksrødd
hjartanum gav frið og gleði,
tá varð sálin særda grødd.

Niðurlag: Áh, hvør stórt, at Jesus fann meg,
áh, hvør stórt at kenna hann!
Hvílan við hans eyma hjarta
meiri er, enn sigast kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin