Eg gekk í dag, har Jesus gekk

Orð: Daniel S. Twohig
Lag: Geoffrey O’Hara
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: I walked today where Jesus walked

1. Eg gekk í dag, har Jesus gekk,
ta fornu, halgu leið.
Eg tróð tær gøtur, Jesus tróð
– í virðing stillan steig.
Guds friður fylti tún og torg
og gylti geil og garð.
Eg gekk í dag, har Jesus gekk,
og kendi hann so nær.

2. Eg gekk ígjøgnum Betlehem
– áh, minnisríka stað.
Á Galilea-heyggjum har
hann trein um vøll og vað.
Áh, Oljufjallið, dýra sjón,
har sínar lærdi hann!
Ja, Jordansá so rein, so stríð
eins og í forðum rann!

3. Eg bað í dag, har Jesus bað,
í einsemi, á knæ,
í kvirru í Getsemane
– mín sál varð still og glað.
Við honum styrktur, lið um lið,
eg krossins gøtu steig.
Vit fylgdust niðan Golgata, (×3)
har deyða mín hann leið.
Eg gekk í dag, har Jesus gekk,
og kendi hann so nær!

FavoriteLoadingGoym tekstin