Eg glaður vakni á morgni til ein nýbornan dag

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Eg glaður vakni á morgni til ein nýbornan dag,
søt kennist hvíldin eftir svøvnsælu nátt;
hvør spong og liður úthvíldur og eg spenni avstað,
lívið kenst undurfult og gott.

Niðurlag: Mín sál seg frøir í Guði yvir lívið Hann mær gav,
meg lyftir upp um alt tað, sum er smátt.
Frá morgni árla eg takki heilt til sólin fer í kav
og kenni lívið er undurfult og gott.

2. Eg hoyri fuglarnar láta, síggi blómur á ong,
smálomb so lívsglað spæla, hugna sær hátt,
á vágni sjósíl sær kasta, vágin syngur sín song,
lívið kenst undurfult og gott.

3. Og tó at mangt kann mær darva, brekkan tyngja um spor,
skýggj fjala sólina og hválvið gerst grátt,
tú blítt mær heilsar og sigur hesi jaligu orð:
Lívið er undurfult og gott!

4. Av øllum tí, tú mást varða um, er lív títt á fold,
lat tað ei fara uttan ævinlig mál;
skjótt er tað liðið, tú kaldur verður lagdur í mold,
– sig, fyllir tá lívið tína sál?

FavoriteLoadingGoym tekstin