Eg gleði fekk í sorgum

Victor Danielsen
Orð: Jane Crewdson
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg gleði fekk í sorgum,
mót pínu balsam fann;
ein undurfullur morgun
mær upp í myrkri rann;
við hvørja beiska keldu
var heilsubótargrein,
:,: og við hvørt tár, eg feldi,
stóð fyrijáttan ein. :,:

2. Eg fann eitt hosianna,
har fyrr stóð sorgin bleik,
og eigi himmalskt manna,
um Eskols vínber sveik;
á turru, oydnu heiðum
fleyt vatn úr keldu mær;
:,: á lívsins tungu leiðum
eg fann eitt Elim nær. :,:

3. Eitt Elim, stilt og svalligt,
eitt kelduvað so søtt,
er heimsins andlit kaldligt,
og hjartað tungt og møtt;
ja, yvir sorgarvegi
ein ælabogi steig,
:,: eitt boð frá sæludegi –
so nær, tó náddur ei. :,:

4. Við tær á lívsins vegi,
áh, Jesus, balsam er!
Ja, signing, song og gleði
og sólskin navn títt ber;
í ótta trygd tú gevur,
tí veika Elim varð;
:,: tú grátin stillað hevur –
tú alt ert vorðin mær. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin