Eg Golgata, tann gamla heyg

Orð: Edwin Othello Excell
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Leysliga týddur fyrrapartin í 1970-árunum.

Eg Golgata, tann gamla heyg,
við vátum eygum sá;
har rann ein náðikelda reyð
mót mær – alt krossi frá.

Náðin vellir enn krossi av
friðfylt eins og tað djúpa hav;
enn hon streymar um bygd og bý,
– enn er náðitíð.

Tann sjónin mær at hjarta gekk,
tá mína synd eg sá
í offurlambinum, ið hekk
og bløddi krossi á.

Eg sá, at Jesus mína skuld
og misgerð tók á seg;
í honum øll mín synd er huld,
tí frelstur eri eg.

Um allar ævir himni á
mín sál skal frøa seg
og lovsyngja tí frelsara,
sum doyði fyri meg.

Náðin streymar enn hesa stund;
kom, o, vinir, tað hevur skund!
Einans blóðið kann reinsa teg,
– opna himnaveg.