Eg Guðs náði havi sæð

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg Guðs náði havi sæð,
ei eg megni tulka tað,
eg í undran sá Guðs djúpa kærleikshav.
Eg av nýggjum føddur varð,
synd mín tváað varð av mær,
lív og yvirflóð í lut mær Harrin gav.

Niðurlag: Sál mín sæl og lukkulig er nú,
skjótt Hann kemur, sum eg her á havi trúð.
Síggja skal eg Jesus tá
loystur heimsins kvølum frá,
sál mín sæl og lukkulig er nú.

2. Tá í dópsins grøv eg steig,
einki misti eg, á, nei,
lagt í munn mín varð eitt Andans lovsangslag.
Tí mín tunga loyst og frí
lovsangin nú trívur í:
Sál mín lukkulig og sæl er hvønn ein dag.

3. Nú í frelsugleði eg
oysi vatn úr kelduni,
tømist eg, so fyllir Harrin aftur á.
Um við hvørt mín trúgv gerst veik
er Hann sterkur, ei Hann sveik,
sál mín lukkulig og sæl er hvønn ein dag.

4. Hóast Satan leikar í,
sál mín prísar Guði frí,
tí eg veit, at Guð er við mær hvønn ein dag.
Um enn Satan hóttir meg,
í Guðs kraft ei óttist eg,
sál mín lukkulig og sæl er hvønn ein dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin