Eg havi ferðast so víða

Orð og lag: Simme Arge Jacobsen

Eg havi ferðast so víða um lond,
fylgdi ungdómsins hágloygdu ond.
Ja, tann sorgin var stór, tá frá gentu eg fór,
havi slitið øll snørandi bond.

Eg havi ferðast so víða um høv,
havi fylgt øllum longsulsins krøv,
havi upplivað nógv, eri troyttur av sjógv,
ynski ei, at hann verður mín grøv.

Eg havi krossað Biscaya í ódn,
hitti blámenn so smáar sum børn,
spákað runt í Shanghai, lá í Rio við kei,
og í Kanada settu vit gørn.

Eg havi siglt út um heim víða hvar,
men monsunin meg heimaftur bar,
heim til minnini øll millum firðir og fjøll.
Eg, mítt Føroyaland dragist at tær.

Tí kom eg aftur at hitta teg her.
Tú vart alt fyri mær her í verð.
Men so býttur eg var, at eg væntaði mær,
at tú bíðaði eftir mær her.

Nú hetta melur í mær sum ein hvørn:
Tú ert gift og fekk sjálvandi børn.
So, at enda, farvæl, nú mín grøv verða skal
hetta dragandi havið í ódn!

FavoriteLoadingGoym tekstin