Eg havi hoyrt um eitt land har við Glarhavsins sand

Orð og lag: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Yrktur í juli 2008 á trúboðaraferð í Sekondi í Ghana, Afrika.

1. Eg havi hoyrt um eitt land har við Glarhavsins sand,
har ið deyðin er horvin, har ei brek nakar ber.
Eg havi hoyrt um tess dýrd, í Guðs ljómi er skírd,
hetta landið tað Himmalin er.

Niðurlag: Hetta landið Guðs menn gjølla hava sagt frá
í Guðs Orði so livandi greitt;
á, hvør sæla til fulnar at eiga tað á
allar ævir tess sælu at sjá.

2. Eg havi hoyrt um ein Stað, har ið øll eru glað,
har ið sólin ei setur og ei ónt nakar ger.
Fram við gøtum av gull vaksa trø undurfull,
hesin Staður hann Himmalin er.
Henda Staðin…

3. Eg havi hoyrt um eitt heim fylt við gleði og gleim,
har ið endurloyst frøast, Guði lovsong ein ber.
Eg havi hoyrt um tess frið, dýrd og sælu tess við,
hetta heimið tað Himmalin er.
Hetta heimið…

4. Eg havi hoyrt um eitt fólk, um ein atsøktan bólk,
um ein blóðkeyptan skara, út frá skøkjuni fór.
Eg havi sæð teirra stríð, Andans kraft latin í,
sum Elias móti Jesabel fór!
Hetta fólkið…

5. Eg havi hoyrt um ein mann, sum á deyðanum vann,
ein, sum lekti tey sjúku og á bylgjunum gekk.
Hann gav blindføddum sjón, vak upp deyð og bar vón,
tað er Jesus, sum á Golgata hekk.
Henda mannin…

6. Eg havi hoyrt um eitt blóð, eina reinsandi flóð,
sum hvønn syndara tváa kann hvítan sum snjó.
Eg havi hoyrt um tess kraft, sum kann loysa hvørt haft,
hetta blóðið er Guðs Sonar blóð.
Hetta blóðið…

7. Eg havi hoyrt um eitt Navn, um eitt ljós fyri stavn,
sum hin Óndi man skýggja og hata á tamb.
Fyri tí skal ein dag hvør og ein boyggja knæ,
hetta Navnið er Jesus, Guðs Lamb.
Hetta Navnið…

FavoriteLoadingGoym tekstin