Eg havi sagt farvæl til Egyptalandsins sand

Orð: J. M. Harris
Lag og týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg havi sagt farvæl til Egyptalandsins sand,
og flutt eg havi inn í hitt fagra Kána’ans Land;
við sigri leiddi Frelsarin meg gjøgnum eld og hav,
tí endurloystur syngi eg um frelsuna Hann gav.

Niðurlag: :,:Leita ikki eftir mær um Egyptalandsins sand,
tí flutt eg havi tjald mítt langt inn í Kána’ans Land!:,:

2. Um Havið Reyða fór eg við fólki Guðs við skund,
eg doyptur varð til Kristus á Orðsins tryggu grund!
Eg grivin varð við Honum, men reistur upp eg varð,
Guðs stóra ráð og vilji tá framdur varð við mær!

3. Eg helt meg nær at Honum og málið klárt eg sá,
av vegnum veik eg ikki, til Kána’an hugur lá!
Sín arvalut Hann gav mær, eg náddi fram á mál,
eg rópti: Halleluja, nú fríað er mín sál.

4. Eg gekk um Tabors hæddir har fruktin megi gav,
við Hebron Esjkols drúvur eg etið havi av;
har sál mín mjólk og hunang og Kána’ansvínið fær!
– Mítt hjarta fyri Egypt nú aldri aftur slær!

5. Frá tómum ritualum mítt hjarta nú er loyst,
um náði Guðs eitt lovsangslag í hjarta er útoyst;
eg glaður ferðist framá til ævinleikans heim,
Jeru¬salem hitt nýggja í sælu, dýrd og gleim.

FavoriteLoadingGoym tekstin