Eg havi tað gott

Orð og lag: Martin Joensen

1. Arbeitt tíggju tímar, deyðatroyttur til hús,
blaki gummistivlarnar og beint undir brús!
Konan kókar kaffi og eg fái ein muss,
tendri fyri kassanum og blandi mær ein sjuss!
Sjónvarpið er gott og eg veit,
eg fái ein fótbóltsdyst!
Eg havi tað gott, eg havi tað gott,
áh, eg havi tað gott!

2. Av og á so fara eg og konan í dans,
“Kvøldlot” er tað besta síðan eg kom til mans.
Eg fái mær ein lítlan, havi lummalerkan við,
so valsa vit og sjeyka vit so yvirlukkulig.
Og um onkur hyggur ov nær
at konuni, so fær hann bank!
Eg havi tað, gott eg havi tað gott,
áh, eg havi tað gott!

3. Og um summarið fara vit við bilinum og børnunum
upp á Føroya land og ganga allan dagin í fjøllunum!
Og um veturin fara vit við sletunum og børnunum
upp á Føroya land og skreiða allan dagin í fjøllunum!

4. Onkuntíð so skeldast vit, so neistar standa frá.
Eg øsi meg og noyðist út at svala mær á!
Tá eg so komi aftur, so er hon farin avstað,
so gangi eg og pínist í ein heilan dag!
Men tá hon kemur heim klokkan tólv
klemmast vit og fara í song!
Eg havi tað gott, eg havi tað gott,
áh, eg havi tað gott!

FavoriteLoadingGoym tekstin