Eg helt

Orð og lag: Martin Joensen

Eg helt, at eg visti hvat
tað merkti at liva.
Eg helt eingin sangur var
eftir at skriva.
Eg helt, at mítt liv var alt
væl fest í basalt.
Tað var áðrenn eg hitti teg
og tú hersetti meg.

Tú lærdi meg sorgina
og hennara sangir.
Tú vísti mær borgina,
har vónin fekk veingir.
Tú bar meg um tyngstu fjøll
til grønasta vøll.
Tú rykti meg upp við rót
og førdi mín fót.

Sól og máni og stjørnufjøld
hoyrdu øld eftir øld
saman sangin og sama lagi,
sum eg hoyri í kvøld.

So spæl mær títt hjartalag,
nú kvøldið tað líður,
so eg fái lært meg tað
meðan enn tíð er.
Kom ger mær mítt myrkur ljóst
og fetini føst.
So vendist her ikki við,
kom gev mær tín frið.

FavoriteLoadingGoym tekstin