Eg hoyrdi einglasong

Orð og lag: Ray Overholt
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Eg hoyrdi einglasong
synja: Halleluja!
Eitt veldigt himmalskt kór tað var.
Eg hoyrdi einglasong:
Prísið Jesu navni!
Himmalkórið sang uppi har.

Niðurlag: Eg hoyrdi túsund lúðrar blása til hans æru
søguna kæru
um Guds Lamb, sum dripið varð.
Eg hoyrdi milliónir prísa Jesu navni.
Himmalkórið sang uppi har.

2. Eg hoyrdi dýran song
ljóma út úr Himli,
eitt fagurt, óhoyrt tónalag.
Eg hoyrdi hvøllan song,
spæl og einglarøddir,
sál mín rivin við varð og glað.

3. Eg fall á knæ og bað,
tá tey høvdu sungið,
tey róptu: Amen! øll í senn.
Eg fall á knæ og bað:
Gævi eg í Himli
kórið hoyri einaferð enn!

FavoriteLoadingGoym tekstin