Eg hoyrdi Jesu kærleiksorð

Orð: Horace Bonar
Lag: Enskt fólkalag
Týtt: Jákup Dahl

1. Eg hoyrdi Jesu kærleiksorð:
Kom, hvíld eg veiti tær;
mótt er títt hjarta, høvur troytt,
legg teg at brósti mær!

2. Eg kom til Jesus, synd og sorg
meg hevði lúgvað út,
og nú er troytta hjartað hvílt
og horvin øll mín sút.

3. Eg hoyrdi Jesu kærleiksorð:
Kom, eg man geva tær
at drekka, tystum, lívsins vatn,
títt lív í veði er!

4. Eg kom til Jesus, deyðtyst ond
har allan lætta fann,
hjá honum drakk eg lívsins vatn,
mítt lív er sjálvur hann.

5. Eg hoyrdi Jesu kærleiksorð:
Hygg heimsins ljós er her,
lít tú til mín, og myrkrið fer,
og dagur ljómar tær!

6. Eg leit til Jesus, ljós mær skein;
tað ljós er nú mín sól,
ið lýsir mær um deyðans dal
til Drottins náðarstól.

FavoriteLoadingGoym tekstin