Eg hoyrdi kærleiksorð

Horatius BonarVictor Danielsen
Orð: Horatius Bonar
Lag 1: Louis Bourgeois
Lag 2: John Chetham
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: I hear the words of love

1. Eg hoyrdi kærleiksorð,
eg hugdi blóðið á,
eg sá hitt eina ofrið stórt –
og frelstan eg meg sá.

2. Tað frelsa ævig er,
føst sum Jehovas navn,
sum tróna hans hon grundfest er,
ein still og friðfull havn.

3. Víst dregur fyri sól,
og myrkist her mín leið,
men hesin friður, blóðkeyptur,
í ævir vikast ei.

4. Mín veiki kærleiki,
mín gleði minka kann,
men Harrin, sum er friður mín,
ei broyting kennir hann.

5. Eg broytist, ikki hann;
hann bant meg fast til sín,
hans kærleiki, hans trúskapur
er bandið, ikki mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin