Eg hoyri ongastaðni heima

Elsa Maria Magnusardóttir Olsen
Orð: Elsa Maria Magnusardóttir Olsen

Í einsemi eg flakki grunt,
ongin meg kennir, fyrr enn fløskan hon fer runt.
Eg eri troytt og hoyri ongastaðni heima.

Tað einasta eg havi átt, er Tulla mín,
men nú er hon farin, har alt er gott.
Eg sakni teg, tú ert mín veruligi vinur.

Eg eri troytt og lin, og eg havi ongan vin.
Mítt heim er kalt, men tað havi eg sjálv nokk valt.

Minnini um Tulluna,
eyguni og sníðið, ja, alt tað var so fitt.
Eg sakni teg tú vart mín veruligi vinur.

Eg eri troytt og lin, og eg havi ongan vin.
Mítt heim er kalt, men tað havi eg sjálv nokk valt.

Eg veit tit hugsa har situr Simona,
ein stinkandi brennivínskona!
Sum eg faktiskt ikki kann tola.

Nú ert tú uppi har, kanska hann tekur teg at sær.
Men góða bíða eftir mær.

Eg eri troytt og lin, og eg havi ongan vin.

FavoriteLoadingGoym tekstin