Eg hug mín havi frá heiminum vent

Orð: Andreas Knøpken
Lag: Gamalt føroyskt sálmalag
Týtt: Jákup Dahl

1. Eg hug mín havi frá heiminum vent,
til tín sær sál mín lyftir;
tí, Guð, tín hond til tess er ment,
at einki ilt meg hittir!
Alt álit mítt eg seti á teg,
frá skomm og skaða varða meg,
frá øllum tí, meg vil granda!

2. Ei nakra tíð verður svikin tann,
ið leit seg til tína náði,
tí alvalds hond tín bjarga kann,
um stór er trongd og váði.
Men illa til skammar verða tey,
sum gloyma teg og í síni neyð
bert troysta á sítt egna.

3. O, lær meg, Harri, at ganga tín veg,
so eg av honum ei víki,
og lat tín sannleika leiða meg,
so komi eg í títt ríki!
Tú hjálp mín ert og uggi mín,
og altíð er mín lít til tín,
hvat mær so fyri verður.

4. O, Harri mín, Guð, eg alla tíð
til tín míni eygu vendi,
úr snerruni eg eri í,
mær bjarga við tíni hendi!
Lat synd mær aldri vinna á,
sum dregur meg tær burtur ífrá!
Goym meg í tíni náði!

5. Tú sál mína varða og styðja meg,
at eg ei fara skal illa!
Eg vón og álit seti á teg,
lat einki meg frá tær villa!
Í neyð og sorg ver tú mær hjá,
og lat meg ásjón tína sjá
nú og í øllum ævum!

FavoriteLoadingGoym tekstin