Eg hugsi so fegin um Himmalin

Victor CarlsenVictor Danielsen
Orð: Lewis Hartsough
Lag 1: William B. Bradbury
Lag 2: Victor Carlsen
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg hugsi so fegin um Himmalin,
har Gud og Lambið er,
har øll tey frelstu savnast glað
og skiljast ei sum her.

Niðurlag:
Har ei meir vit skiljast,
har ei meir vit skiljast,
har ei meir vit skiljast,
vit skiljast aldri har.

2. Eg hugsi so fegin um Himmalin
har, klædd í snjóhvítt skrúð,
út loyst vit syngja Harranum
ein betri song enn nú.

3. Eg hugsi so fegin um Himmalin,
har liðugt er alt stríð,
og har í fullum samljóði
vit savnast, loyst og frí.

4. Eg hugsi so fegin um Himmalin,
sum trúgvin síggja kann;
mín andi tráar til hin stað –
áh, náddi eg skjótt hann!

FavoriteLoadingGoym tekstin