Eg hugsi um teg

Nicolina Jacobsen
Orð og lag: Nicolina Jacobsen

So eina eg siti og hugsi um teg,
tá tú var hjá mær.
meg minnist, at tú fevndi meg,
og segði, eg var tær so kær

Eg hugsi um teg dag og nátt,
gævi tú kom brátt
aftur til mín at fevna meg
og siga, tú elskar meg

Meg minnist, tá tú var hjá mær,
og alt var gleði og gleim;
meg minnist at tú kysti meg,
tá tú fylgdi mær heim,

Eg hugsi um teg…

Tú segði, tá tú fór avstað:
– Tú grát ei søta mín,
tí aftur eg komi ein fagran dag,
komi aftur til tín.

Eg hugsi um teg…

FavoriteLoadingGoym tekstin