Eg í Gudi frelsu mínar gleði fann, ið ævigt varir

Orð: Phil Johnson og Niles Borop
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: I will joy

1. Eg í Gudi frelsu mínar gleði fann, ið ævigt varir,
ríka náði hann mær veitti – óttin ikki longur tærir.
Eg slíka náði skilji ei,
at hann seg sjálvan gav og leið.
Tað, sum ein ynskidreymur var,
ein veruleiki er nú mær.

Niðurlag: Eg vil frøast í Frelsara mínum,
tí hans offur mær full sálarbót er,
eg vil frøast, tí skjótt hann í skýnum
koma skal og til Himmals meg ber.

2. Tá ið Andi tín meg leiðir, verður fullkomin mín gleði,
eingin dómur longur hóttir, ræna kann meg eingin megi.
Fram fyri hásæti títt, Gud,
eg koma kann, frítt eiga lut,
alt vegna Kristi bótarverk,
hann er nú borg mín – vón so sterk.