Eg í myrkri og ljósi við Jesusi gekk

Victor Danielsen
Orð og lag: David Welander
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg í myrkri og ljósi við Jesusi gekk
gjøgnum skiftandi tíðirnar her;
men tá myrkast var, sál mín ta troystina fekk:
Enn sum áður hann trúfastur er!

Niðurlag:
Hvør ein gleði og troyst,
ja, hvør undurfull troyst,
ið er mín, tá bert Jesus meg ber!
Skiftist um síðan alt!
Sál mín, syngja tú skalt:
Enn sum áður hann trúfastur er!

2. Eg á einsligum vegi við Jesusi fór –
áh, so tunglig var mangan mín ferð!
Men eg átti ta uggan, tá neyðin var stór:
Enn sum áður hann trúfastur er!

3. Eg við Jesusi fylgdist um sorganna dal
og um fjøllini, dimmlig og ber;
men hitt orðið mær fylgdi, meg troystaði væl:
Enn sum áður hann trúfastur er!

4. Eg við Jesusi gekk, tá ið alt var so ljóst,
tá ið smílandi var henda verð;
onga gleði sum hesa tó kendi mítt bróst:
Enn sum áður hann trúfastur er!

5. Ja, við Jesusi ferðist eg glaður hvønn dag,
og hans nærvera sælan meg ger;
og skal deyðan eg smakka, meg bera skal tað:
Enn sum áður hann trúfastur er!

FavoriteLoadingGoym tekstin