Eg í nærveru Jesusar gleða meg kann

Orð og lag: John M. Moore
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: What a wonderful friend is he

1. Eg í nærveru Jesusar gleða meg kann,
:,: hvør ein vinur er hann! :,:
Eg við honum hvønn dag
njóta kann ferðalag,
hann ein trúfastur vinur er!

Niðurlag: Hvør ein trúfastur vinur er Jesus,
Jesus, Jesus!
Nú trygt hann meg leiðir
og sál mína eigur.
Hann ein trúfastur vinur er!

2. Eg í hjartanum eigi ein ævigan frið,
:,: hvør ein friður tað er! :,:
Er enn torfør mín ferð,
mær við síðu hann er,
hann ein trúfastur vinur er!

3. Rætta heim mítt í Himli hjá Jesusi er,
:,: hvat eitt undurfult heim! :,:
Tá eg flyta skal har,
tekur hann móti mær,
hann ein trúfastur vinur er!