Eg í sunnudagsskúlanum so mangan ovurfegin var

Orð og lag: M.C. Restorff

1. Eg í sunnudagsskúlanum so mangan ovurfegin var,
tá ið sagt varð frá tí Gudi, sum øll børn á foldum sær.
Hann, sum einglar sínar sendir til at vakja yvir teim,
ynskir ein dag flyta tey til sín í trygga himmalheim.
Jesus tekur øll tey frelstu upp til sín í dýrd og gleim.

Niðurlag: Ikki veit eg, hvussu mangan eg ta tøkk til Gud fram bar,
at hann hátt av dýrdartrónu hvørt eitt kykt á foldum sær,
Gud, sum øllum heldur uppi og alt vald í hondum ber,
gav sín einkason í deyðan – tað í dag mín frelsa er.

2. Henda jørð, sum fyrst var oyðin, tóm, í myrkri bjálvað var,
samanvaksið hválvið, land og hav, til Gud tað skipað fær,
áh, hann skapti alt so stórbært – stjørnur, máni lýsa á nátt,
og á degi sært tú sólina á hválvi skína hátt.
Hevur heimsins skapari birt ljós á tíni hjartagátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin