Eg, Jesupápi, takki tær

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (5. mars 2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur í 1960-árunum og broyttur í 2007.

Eg, Jesupápi, takki tær,
at tú av náði hjálpti mær,
so signing tín mær fall í lut,
og faðir mín var himna Gud.

Tú byrjaði títt góða verk
í mær, so grundin gjørdist sterk;
hon vikast ei, men trygt man stá,
tá lívsins ódnir herja á.

Hon stendur stinn um summarstund,
um glopraregn vil mata grund.
Ei vikast hon, nei, tað er vist,
tí kletturin er Jesus Krist.

Gud, hjálp tí mær at liva svá,
at hús mítt stendur kletti á,
tá veit eg væl, tað stendur trygt,
tí tað á Jesus Krist er bygt.

Og lyftið, Gud, sum eg gav tær,
hjálp, at tað búnast má í mær
og bera frukt og búgvið fræ
mín lívsins síðsta heystardag.

FavoriteLoadingGoym tekstin