Eg kann aldri, aldri gloyma, tá eg fann frið við Guð

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer
Upprunaheiti: Jeg er herlig løst og fri

1. Eg kann aldri, aldri gloyma, tá eg fann frið við Guð,
tá mín sál varð endurfødd,
og í brúðarklæði klødd.
Tá mín skitni búni reinsaður varð gjøgnum Jesu blóð,
og Hann gav mær lív og frið í yvirflóð.

Niðurlag: Nú er sál mín frelst og frí
frá tí snaru hon var í;
náðarsólin bjørt upprann,
sælan frið við Guð eg fann.
Gerst mín leið ein táradalur, ger Guð hann til kelduvað,
sorgartónar umbroytast til gleðilag.

2. Nú eg Jesusi vil fylgja á lívsins smala veg,
sjálvt um trong enn gerst mín leið,
lyftisstjørnur slokna ei.
Skjótt eg Konginum skal møta, sum eg her á havi trúð,
eg skal leiðast fram til Hann í veitslus¬krúð.

3. Vegur mín ber upp á tindar og djúpt í trongan dal,
ja, frá gleði og til sorg,
men til síðst til Himnaborg.
Har skal brúðarveitslan haldast og eg skal vera við,
henda vissan fyllir meg við djúpum frið.

FavoriteLoadingGoym tekstin