Eg kann kalla hann faðir

Orð og lag: Øssur Berghamar
Viðmerking: Yrktur umleið ár 2000 við íblástri frá heitinum av bókini “I dared to call him Father”, har greitt verður frá, hvussu ein muslimsk kvinna kom til trúgv á Kristus, og nú kundi siga Faðir við Gud – nakað, sum áður var henni fremmant.

1. Lívið nýtt mær varð givið,
tá meg Frelsarin fann,
og so leingi, eg livi,
vil eg tilbiðja Hann.
Hann er nær allar staðir,
kennir leið mína væl.
Eg kann kalla Hann Faðir,
trygt Hann leiða meg skal.

2. Orð Hans sál mína leskar,
føði finni eg har,
rødd Hans frið til mín teskar,
hond hans trygt heldur mær.
Hann, ið føðir og klæðir
og meg ber hvønn ein dag,
eg kann kalla Hann Faðir
og mín sál vera glað.

3. Hann er nær mær í royndum,
veika barn sítt Hann sær,
bønin, biðin í loyndum,
verður hoyrd uppi har.
Tá ið myrkrið meg ræðir,
tá ið lívið ger ilt,
eg kann kalla Hann Faðir,
og Hann sigur: Ver stilt.

4. Hann við blóði meg keypti,
dýri Frelsari mín,
Hann mær ongantíð slepti,
og Hann kallar meg sín.
Skjótt teir ævigu staðir
eg skal flyta heim til,
tá mín himmalski Faðir
heim sítt barn kalla vil.

FavoriteLoadingGoym tekstin