Eg kann so langt ei dríva

Victor Danielsen
Orð: Ida Lilliard Reed
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg kann so langt ei dríva, at
tín náði ei meg nær;
hvar enn eg viltist, eyga títt
tó hvíldi eymt á mær.
Eg kann ei dríva burtur so,
at tú ei skoðaði
á veg mín bæði dag og nátt
í eymum kærleiki.

2. Eg drívi ei, so armur tín
ei undir mær tó er;
tín vísdómshond vil stýra mær
á hesi vandaferð.
Er tung og trong mín myrka leið,
tú ei meg gloyma vilt;
tú leiðir gjøgnum storm og logn,
ígjøgnum gott og ilt.

3. Eg kann ei dríva burt frá tær,
hvar enn mín fótur steig,
tí, Faðir, frammanundan tú
jú kendi mína leið!
Hvar enn eg ferðist, tú ert har;
ígjøgnum stormin eg
kann hoyra tína eymu rødd:
Ræðst ikki! Tað er eg.

FavoriteLoadingGoym tekstin