Eg keldu veit, sum vellir fram so klár

Orð og lag: Ókendur
Týtt úr svenskum: Kajfinn Hammer týddi
Upprunaheiti: Det finns en plass der kilden springer fram/Det dyre blod Jesus gav på Golgata

1. Eg keldu veit, sum vellir fram so klár
á Golgata – tað eru Jesu sár!
Har talar Guð, har opin keldan er,
Guðs stóru náði til syndarar hon ber.

Niðurlag: Hitt dýra blóð, Jesus gav á Golgata,
frá synd teg reinsar, á, sál, halleluja.
Tað loysa kann, tí at kraftin í tí er,
hitt dýra blóðið tær fulla frelsu ber.

2. So mong ein sál, eg ei tað fata kann,
til Golgata sær aldri venda man.
Tú dýrt vart keypt, á, sál, nú frí tú gerst
um tú av sonnum til kelduna nú fert.

3. Á, sál, hvat gagnar blóðsins sáttargerð
um uttan tað tú fert frá hesi verð?
Á, lat tað tváa burt ta synd, tú ber,
bert henda kraftin í Jesu blóði er!

FavoriteLoadingGoym tekstin