Eg kenni, at Jesus í hjartanum býr

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Eg kenni at Jesus í hjartanum býr,
eg njóti Guðs signing, Hann reiðir mær borð;
og millum Guðs fólk, sum á Hann nú trýr,
eg eri nú taldur, so sigur Guðs Orð.
Hví skal eg so kalla meg katolik, klerk,
ein baptist, kirkjufólk, pins?
Hví líta á holdborna læru og verk,
tá ei slíkt í Skriftini finst?

2. Tú spyrst, hvat eg læri, hvar eg hoyri til,
hvat samkoman hevur sum navn?
Eg svari: Eg hoyri nú Kristusi til,
varð doyptur til Hansara Navn!
Mín sál, sum Hann fann har á glatannarveg,
í Ríki Guðs borgarskap fekk,
karismatikara ikki nevnir Hann meg,
– nógv størri eitt heiti eg fekk!

3. Ei limaskap skrivað við mannahond fekk,
í Lívsins Bók navn mítt er rist
við Guðs Sonar blóði – og ikki við blekk,
har stendur tað ævigt og vist!
Hann segði: Eg havi sum brúður teg fest,
í deyðan Eg fyri teg gekk,
so gev teg ei inn undir páva og prest,
tí høgt er tað kall, ið tú fekk.

4. So mong, eg sá byrja, tey gjørdu sítt val,
men gjaldið teim tyktist ov høgt;
ei ganga tey vildu ta leið, tey ger sæl,
í dópsins grøv ei vórðu søkt!
Men um enn øll fara, eg fari ei við,
tí Golgata er mær ov kært;
eg bergtikin varð av tí sjón, eg har sá,
– men sig mær, hvat er tað tú sært?

5. Ein meinar, eg takksemi átti at víst,
mót tí, eg frá fedrunum fekk;
jú, víst, men nú síðan mín sál varð upplýst,
enn betur í beinið eg fekk!
Eg upplivdi Golgata, reinsan frá synd,
varð doyptur í vatni og Ond,
og loystur úr hafti sum útsloppin hind,
eg hvíli í Guðs Faðirs hond.

6. Hvør dýrdarsæl, undurfull lukka tað er,
at kenna til Guðs Sonar blóð,
sum reinsar, sum lekir og frían meg ger,
ein frelsandi undurfull flóð.
Eg føddur av vatni og Anda tá varð
við trúnni á Guðs Sonar blóð,
og inn í Guðs Ríki í trúgv tað meg bar,
í Orði Guðs fest har tað stóð!

7. So sterk var tann birting, so veldig hin sjón,
ósigandi einfalt tað var,
at føðast av vatni og Anda og blóð,
hvør mikil tann sannleikin var!
Fyrr spyrjandi sum Nikodemus eg gekk,
á, Guð vís mær vegin til Tín;
Jóh. 3.3 og 3.5 svarið fekk,
tann leiðin teg førir til Mín!

FavoriteLoadingGoym tekstin