Eg kenni ein, ið gloymdur gekk á foldum

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg kenni éin, ið gloymdur gekk á foldum,
Hann átti ikki heimsins góðs og gull;
Hann svikin, dripin varð, men reis úr moldum,
mær frelsu vann, so dýr og undurfull.

Niðurlag: Sum vatnið fríska klárt frá keldu flýtur
so vellur lívsins streymur Honum frá.
Mær borðreiður við víni, breyðið brýtur,
hvør ið Hann er – tá undrandi eg sá!

2. Eg bleiv so gripin, at eg Honum fylgdi,
men merkti straks, hvør vinur gekk mær mót,
og onnur trúvilling meg skíra vildu,
til ástoyt mangt mær løgdu fyri fót.

3. Mítt einsemi mítt hjarta fekk at biva:
Á, Harri, var tað eg, sum fór av leið?
Tá sá eg Frelsaran í mótgongd liva,
tá her Hann gekk – júst somu fet Hann steig!

4. Tá fevndu meg Hans faðirshendur blíðar,
Hann teskaði tey troystarríku orð:
Sí, her er krossur, krúnan heima bíðar,
har hvørt eitt tár er gloymt við Faðirs borð.

5. Hoyr, svikna sál, á, hvat eitt signað undur,
Hann loysa kann hvørt ok, hvørt sjúkdómshaft;
uppliva kanst tú Guðs fólks størstu stundir
og trúarinnar eld og Andans kraft.

FavoriteLoadingGoym tekstin