Eg kenni eitt navn

Orð: Jean Perry
Lag: Mabel Johnston Camp
Týtt: Zacharias Zachariassen og Árni Jacobsen
Upprunaheiti: That beautiful name

1. Eg kenni eitt navn,
eitt yndisligt navn,
av einglum tað kunngjørt varð.
Í náttini tá
bjart ljós var at sjá
– ein frelsari føddist har.

Niðurlag: Eitt yndisligt navn,
eitt undurfult navn,
frá synd tað okkum frelsir!
Hitt fagrasta navn,
hitt kærasta navn,
hitt dýra navn er: Jesus!

2. Eg kenni eitt navn,
eitt yndisligt navn,
sum sálum kann veita ró.
Guds dýrd lýsti hátt
ta alføgru nátt
og kunngjørdi boð so góð.

3. Tann, navnið nú ber,
mín frelsari er,
á krossinum doyði hann.
Tað misbrot mítt var,
ið negldi hann har,
og frelsu har sál mín fann.

4. Eg elski tað navn,
hitt dýrasta navn,
tað navn, sum av øllum ber.
Í hjartað ein dag
mær teskað varð tað,
og sálarbót mín tað er.

FavoriteLoadingGoym tekstin