Eg kenni hann, og hann kennir meg

Orð: Ismar Joensen
Lag: Eyðun á Lakjuni

1. „Eg kenni hann, og hann kennir meg“
– tann størsta lukka, ein sál kann náa.
Hann sjálvur leitaði á mín veg
og hevur reinan frá synd meg tváað.

2. Ei so at skilja, at eg í dag
júst eri reinur í mannaeygum,
men tá eg komi inn í Guds stað,
er skikkjan fullrein í blóði reyðum.

3. Tað blóð, sum tváar vanhalgar menn,
tað rann á Golgataheyggi niður
og er mín reinsan og tváttur enn,
sum Gud í orðinum sjálvur sigur.

4. Ja, tað er rós mítt og heiður mín,
at blóð Guds Sonar er loysigjaldið.
Við tí vann Jesus stórsigur sín
á deyðahøvdingans ónda valdi.

5. Hav trúgv tí, sál mín, á krossins blóð,
so ber tað framá á halgum vegi.
Við tí tú stinn kanst tær bróta slóð
og standa óskemd á evsta degi.

6. So lat bert háða og spotta teg
teir menn, sum líta á lærdómssnildi;
nógv størri er, at Gud kennir meg
og blóðsins vegna mær vísir mildi.

7. Sjá, tað er náðin frá Harrans hond,
er sigurskraftin, sum ber av øllum,
er vísdómskeldan, er lív og ond,
er tað, sum reisir meg upp av føllum.

FavoriteLoadingGoym tekstin