Eg kom til krossin og sá ein mann

Orð: Carl J. Janson
Lag: Wilhelm Theodor Söderberg
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Jag kom till korset och såg en man

1. Eg kom til krossin og sá ein mann,
og sá ein mann,
og sá ein mann,
ein reyður streymur úr síðu rann,
og tornakrýnd var hans panna;
hans hendur, føtur, tey vóru særd,
hans halga ásjón var spýtt og bard,
hans sál var undir Guds vreiði tærd,
til háð hann var millum manna.

2. Eg sá hans pínu, eg sá hans neyð,
eg sá hans neyð,
eg sá hans neyð,
og dýra blóðkeldan skarlaksreyð
rann eftir krossinum niður;
tár runnu honum av eyganum,
ið brann av kærleika himmalskum,
sum trongdi mær inn at hjartanum,
so har varð gleði og friður.

3. Eg sá hans deyðakvøl, beisk hon var,
ja, beisk hon var,
ja, beisk hon var,
og fyri syndarum bað hann har,
hann hvørji sál vildi favna;
og fyri møðina løn hann fann:
Ein armur ránsmaður lívið vann;
við somu náði – prís fái hann! –
skal eg í Himlinum havna.

4. Eg sá, at hádagur dimtist tá,
hann dimtist tá,
hann dimtist tá,
eg syndina sína straff sá fá
og brotna Djevulsins megi;
ja, deyðahøvdingan Jesus sló,
lív keypti okkum hans dýra blóð,
tá fyri okkum hann dømdur stóð –
eg lovi honum við gleði.

FavoriteLoadingGoym tekstin