Eg komi, Harri, tí títt orð

Orð: J.M.G. Bondesen
Týtt: Jákup Dahl

Eg komi, Harri, tí títt orð
mær býður til títt náðiborð;
so veit mær sess, mær sýt hann ei,
tú lívsins drottur, sannleiks leið!

2. Títt lívsins breyð mær gev til mat,
meg lívsins bikar drekka lat,
so gáva tín mær ognast má,
og sálarbót eg har kann fá!

3. Skuld mína strúk, vend míni neyð,
gloym misbrot míni, strika tey,
mær hugan tváa, lýs mær veg,
og lat tín anda styrkja meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin