Eg krossi tínum, Jesus

Orð: Elisabeth Clephane
Týtt: Johs. Andr. Næs.

Eg krossi tínum, Jesus,
vil fegin vera hjá,
har havi eg tann trygga botn,
ið eg kann byggja á.
Har er eitt heim í oyðimørk,
sum mær er hvíldarstað,
tað á míni vandamiklu ferð
veitir frelsu neyðardag.

O, friðskjól trygt og heilagt,
o, sæla tilhaldsstað!
Við krossin tín, mín frelsari,
eg kenni friðarlag!
Sum Jákup tá í dreymasjón
Guðs himin opnan fann,
kann eg síggja klárt frá krossi Krists,
mær Guðs eingil veittra man.

Um deyðans kalda myrkur
sæst randa nakk og nøv,
eg stutt frá krossins skugga har
man síggja opna grøv.
Og millum okkum krossur Krists
so gyltur standa man,
hann sum stjørnuljós á myrku leið
oss til himin lýsa kann.

Í trúnni kann eg síggja
í pínu hvønn ein dag
mín Jesus fastan negldan har
á krossi, deyðans træ.
Tað undur var av náði Guðs,
o, reini kærleiki,
at mín Jesus doyggja vildi so
fyri neyðar mann sum meg.

Við krossin tín, mín Jesus,
eg kendi friðarlag,
eg aldri aftur fara vil
av hesum trygga stað.
Tað, heimurin vil bjóða mær,
eg lítið virða man,
men eg rósi mær av krossi Krists,
har eg frið við Guð mín fann.

FavoriteLoadingGoym tekstin