Eg langt burtur gekk frá Guði

Orð og lag: Lina Sandell
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg langt burtur gekk frá Guði,
gekk har syndarinnar veg;
spurdi ikki eftir Jesus,
sum leið deyðan fyri meg.

Niðurlag: Á, eg undrist, hví at Jesus
steðgaði og upp meg dró,
hví Hann tók burt mínar syndir,
frelsti meg við Sínum blóð?

2. Aldri gav eg far um dagin,
eg við Trónu Guðs skal stá,
síggja Hann, sum rættvíst dømir,
mína syndaløn har fá.

3. Tó til síðst mítt troytta hjarta
kom til Hann, Hans eyma rødd
boðaði mær frið og frelsu,
sál mín tá varð endurfødd.

Niðurlag: Á, hvør stórt, Tú, Jesus, fanst meg,
á, hvør gott at vera Tín!
Hvílan við Títt eyma hjarta
er mær søt sum Kána’ans vín!

FavoriteLoadingGoym tekstin