Eg langt í vestri var

Orð: Fredrik Arvid Bloom
Lag: Gamalt fólkalag
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: Guldgrävarsången

1. Eg langt í vestri var
við Kyrrahavsins strond.
Eg stóð ein stillan summardag,
altráin var mín ond.
Mítt sinn, mín trá
var foldum á.
Eg vildi grava gull
og ríkdóm fá, men rent
varð alt, eg ætlaði, um koll,
og eg fekk ei ein sent,
tó aldri var mær betri hent.

Niðurlag: Mín sál varð frelst, ja, signað frelst,
og heimsins gull fái hvør sum helst.
Um milliónir varð koyrt í sekk,
eg býti burt ei tann skatt, eg fekk.

2. Eg fór nú her, nú har
at søkja gull og glans
og strevaðist, sum best bar til
at vinna heiðurskrans –
upp, upp, ja, upp
á hægsta topp.
Mær ei í huga var,
um alt, eg vann, alt vald
tó deyðin skjótt alt burtur bar,
eg fór jú skjótt av fold,
og tá eg sjálvur gjørdist mold.

3. Um mold er stríðið her
í dag, alt eins og fyrr,
og gloymdur neyðars Lazarus
har uttan fyri dyr.
Bert ognir fá –
og nátt er á,
og deyðin kemur tá.
Sig, hvør kann hjálpa, sig?
Tí ríki maður mátti tá
frá gull og ognum við,
men Lazarus fer heim í frið.

Niðurlag: Tí hans sál var frelst, ja, signað frelst,
og heimsins gull, tað fekk hvør sum helst.
Um milliónir varð koyrt í sekk,
hann býtti burt ei tann skatt, hann fekk.

4. At vinna æru her
ei stórt eg virði nú.
Mítt navn í Himli skrivað er,
og heim í Himlabúð
eg fari tá
at krúnu fá.
Tað týður minni her,
um bankabók er full.
At vera himmalmillióner
er meiri vert enn gull,
tí bankin har fer ei um koll.