Eg leggi tað alt á Jesus

Orð: Horatius Bonar
Lag: Sophie Hedvig Dedekam
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg leggi tað alt á Jesus,
hvønn ótta, meg nívir her,
tí syndina, tyngstu byrði,
bar Jesus jú einaferð;
nú skal hon meg ikki døma,
ei ráða longur í mær,
tí reinan og frían av náði
meg Gud gjøgnum Sonin sær.

2. Eg leggi tað alt á Jesus,
hvønn veikleika, í mær finst,
mítt myrkur, mín hjartakulda,
mítt hjálparloysi ei minst;
hann eina er mentur at virka
tann ávøkst, sum heldur á,
og boyggja mín blinda vilja
og lata meg fremja sítt ráð.

3. Eg leggi tað alt á Jesus,
hitt tærandi dagliga stríð,
tær stúranir, stórar, smáar,
sum koma tíð eftir tíð;
hans smíl kann klæða í rósur
tann haga, sum oyðin var,
og trúgvin á hann ger sólskin,
tá eygað bert toku sær.

4. Eg leggi tað alt á Jesus,
mítt virki á foldum við,
meg sjálvan og tey, eg elski,
og so fær hjarta mítt frið,
hvønn skakandi framtíðarspurning,
sum rúm í sálini fær,
hin tunga og myrka iva,
sum hylur Guds dag fyri mær.

5. Eg leggi tað alt á Jesus,
tí so hann sjálvur mær beyð;
hann lovar um alt at hugsa
og frelsa í hvørjari neyð.
Eg óttaleysur vil byrja
hvønn komandi dag, hvørt ár,
og biðja: Ver hjá mær Harri,
í dag, sum tú vart í gjár!

FavoriteLoadingGoym tekstin