Eg leingi gekk hin villa veg

Victor Danielsen
Orð: Lizzie DeArmond
Lag: James Milton Black, Bentley D. Ackley
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg leingi gekk hin villa veg,
Guds kærleik bert vanvirdi eg;
men hvussu langt eg vilstur var,
tó bønir móður fylgdu mær.

Niðurlag:
Eg komi heim, eg komi heim,
mítt spilta lív skal verða nýtt;
tí bønir móður fylgdu mær,
tær fylgdu mær um heimin vítt.

2. So langt eg fór, so djúpt eg fall
og vrakaði Guds náðikall;
eitt vrak, til dóms eg seldur var,
men bønir móður fylgdu mær.

3. Í ljós tú vendi náttina,
Guds dýra Lamb á Golgata!
Mín sál er frelst og sæl í tær,
tí bønir móður fylgdu mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin