Eg leitaði, søkti, ja, ár eftir ár

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Eg leitaði, søkti, ja, ár eftir ár,
í syndaneyð feldi mangt svíðandi tár;
ein skáa mítt hjarta tó kendi viðhvørt,
– nú heystaði syndlívið, eg hevði ført.

2. Mangt tárið tað rann, ja, mín sál var í neyð,
kenslur og lyfti, sig, hvat hjálptu tey?
Bønir ei frelsa, bert Jesusar blóð,
trúgva eg mátti, -so skrivað tað stóð!

3. Men var tað nóg mikið, at trúgva, at alt,
um frelsu stóð skrivað, at meg hetta galt?
Meg djevulin plágaði, fast hann meg bant,
eg merkti hvønn Harra eg blint hevði tænt.

4. Hann sá jú, hann var við at missa ein træl,
sum Guð hevði keypt, og tað vitsti hann væl;
hann fong sín tá slepti, Guðs kraft var ov sterk,
meg syndara loysti hitt Golgata verk.

5. Nú sál mín er fylt við Guðs gleði og frið,
doyptur eg varð, á, hvørt undurfult stig!
Um Jordan eg fór, inn í Kána’an eg steig,
hin gøtan, sum fyrr var so fløkt, er nú greið.

6. Á, sál, tú sum kennir tey svíðandi sár,
eitt syndalív gav tær her ár eftir ár,
kom, ákalla blóðið og trúgv nú á Hann,
hvørs blóð eitt sinn æviga frelsu tær vann.

FavoriteLoadingGoym tekstin