Eg leitaði tystur at lind teirri har

Orð: Bjarni Eyjólfssson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur leysliga í august 2007.

Eg leitaði tystur at lind teirri har,
um sløkkja hon kundi tann tosta í mær.
Men brostin var brunnur, eg leskaði av,
og tostanum mínum ei linna hann gav.

Tá gav ein mær røddin í oyrunum lívd:
“Kom, deyðmødda sál, eg vil veita tær hvíld.”
Tað Jesus var sjálvur, ið gav mær sín frið,
hann fann meg og legði meg við sína lið.

Har tryggur eg hvíli av berari náð,
tó aldri eg skilji Guds miskunnarráð:
Mær bjarging og rættferð og halgan er veitt,
hans heilaga blóð hevur skuld mína greitt.

Eg tysti og trái at svala meg har,
tað túsundfalt Jesus tú veitt hevur mær!
Við gleði eg lindum hans oysi nú av,
har alt, ið mær tørvan, hann sál míni gav.