Eg lítla barn, so elskað

Orð: Ókend/ur
Lag 1: Lowell Mason
Lag 2: Johann Michael Haydn
Lag 3: Andrew Thomsen
Týtt: Ókend/ur

1. Eg lítla barn, so elskað
av mammu, pápa við,
sum njóti her hjá teimum
so tryggan, søtan frið,
eg veit tó ein, sum elskar
meg nógv, nógv meir enn tey,
og sum er altíð mentur
at bjarga mær úr neyð.

2. Og hesin góði vinur,
tað Harrin Jesus er,
sum steig av høga Himli
og kom til jarðar her,
sum læt seg fyri okkum
á krossin negla fast;
av kærleika hans hjarta
har fyri okkum brast.

3. Her kunnu míni kæru
jú fara frá mær brátt,
og tá ið neyðin hóttir,
tey eiga ongan mátt;
men Harrin Jesus Kristus
mær altíð hjálpa kann,
hann livir jú í ævir,
og altíð elskar hann.

4. Hann tók mítt arma hjarta
so syndigt, sum tað var;
ein vinur fram um allar
er Jesus blivin mær;
hann barni sínum hjálpir
og meg á ørmum ber,
og so hann heim meg tekur
har, sum hann sjálvur er.

FavoriteLoadingGoym tekstin